Um okkum.

Hjálpirót veitir fjølbroyttar tænastur innan urtagarðsarbeiði, m.a. ráðgeving, nýgerð og røkt av urtagørðum.
Vit hava royndirnar og førleikarnar at átaka bæði størri og smærri uppgávur innan urtagarðsvirksemi hjá privatum, fyritøkum og almennum stovnum, hvar sum helst í Føroyum.
Við skjótt 40 ára royndum innan urtagarðsvirksemi, vita vit hvussu føroyska lendi skal handfarast og hvørjar plantur, runnar og trøð trívast um okkara leiðir.
Tænastuveitingar
Okkara urtagarðsarbeiði er at síggja nógv støð í Føroyum og vit umboða alt slag av urtagarðsarbeiði.
Vit hava gjørt smáar og stórar urtagarðar, fríøki og spælipláss. Lagt brotflisar, betong, trappur, tún, laða garðar, gjørt urtagarðshyljar og mangt annað.
Um veturin bjóða vit kavarudding og salting.
Í dag starvast uml. 20 fólk hjá Hjálpirót - um summarið uml. 30 fólk.
Fólkið er samansett av útlærdum nýgerðarurtagarðsmonnum (bæði gráir og grønir), handverkarum, arbeiðsmonnum, skrivstovufólki og lærlingi.