Búmerkið hjá felagnum

Mold-søla.

“Rein mold - Stutt flutt - Klár at brúka.”

Burðardygg mold við lokalari ábyrgd og altjóða hugsjón.

Hjá Hjálpirót framleiða vit eina dygdargóða og umhvørvisvinarliga mold, sum er gjørd úr natúrligum tilfeingi og við ábyrgd fyri bæði náttúru og menniskjum.

Hetta minkar um flutning og CO₂-útlát.

Moldin er ment við sandi og ríkað við vælkomposteraðum tilfari, sum stavar frá greinum, grasi, grønum urtagarðburturkasti og organiska partinum av húsarhaldsburturkasti – og harumframt eisini hestatø.

 Moldin er reinsað og sorterað, so at størstu eindirnar ikki eru størri enn uml. 5 cm – hetta ger hana lætt at arbeiða við og væl egnað til allar uppgávur í urtagarðinum.

Við at endurnýta organiskt tilfar og virka fyri einum ringrásarbúskapi stuðla vit beinleiðis undir fleiri av heimsmálunum hjá ST serliga:

• Mál 11: Burðardygg býarsamfeløg

• Mál 12: Ábyrdarfull nýtsla og framleiðsla • Mál 13: Veðurlagsátøk • Mál 15: Lívið á landi

 

Prísir og bílegging:

Mold: 565,- kr pr m³

Útkoyring í høvuðstaðarøkinum, við lastbili sum tekur upp til 3m³:

 - vippast av: 850,- kr

 - grabbast av: 1300,- kr

 

Útkoyring onnur økir, ring 594708 og fá ein prís.

 

Bíleggjast kann eisini við teldupost: hjalpirot@hjalpirot.fo