Um okkum

Sp/f Hjálpirót

Hjálpirót veitir fjølbroyttar tænastur innan urtagarðsarbeiði, m.a. ráðgeving, nýgerð og røkt av urtagørðum.

Vit hava royndirnar og førleikarnar at átaka bæði størri og smærri uppgávur innan urtagarðsvirksemi hjá privatum, fyritøkum og almennum stovnum, hvar sum helst í Føroyum.

Við meira enn 30 ára royndum innan urtagarðsvirksemi, vita vit hvussu føroyska lendi skal handfarast og hvørjar plantur, runnar og trøð trívast um okkara leiðir.

Tænastuveitingar

Okkara urtagarðsarbeiði er at síggja nógv støð í Føroyum og vit umboða alt slag av urtagarðsarbeiði.

Vit hava gjørt smáar og stórar urtagarðar, fríøki og spælipláss. Lagt brotflisar, betong, trappur, tún, laða garðar, gjørt urtagarðshyljar og mangt annað.


Um veturin bjóða vit kavarudding og salting.

Í dag starvast meiri enn 15 fólk hjá Hjálpirót.
Fólkið er samansett av útlærdum nýgerðarurtagarðsmonnum (bæði gráir og grønir), handverkarum, arbeiðsmonnum, skrivstovufólki og lærlingi.