Loading...
Um okkum2020-11-20T22:54:32+00:00

Sp/f Hjálpirót

Hjálpirót var stovnað í 1987

Hjálpirót veitir fjølbroyttar tænastur innan urtagarðsarbeiði, m.a. ráðgeving, nýgerð og røkt av urtagørðum.

Vit hava royndirnar og førleikarnar at átaka bæði størri og smærri uppgávur innan urtagarðsvirksemi hjá privatum, fyritøkum og almennum stovnum, hvar sum helst í Føroyum.

Við meira enn 30 ára royndum innan urtagarðsvirksemi, vita vit hvussu føroyska lendi skal handfarast og hvørjar plantur, runnar og trøð trívast um okkara leiðir.

Tænastuveitingar

Fjølbroytt virksemi.

Okkara urtagarðsarbeiði er at síggja nógv støð í Føroyum og vit umboða alt slag av urtagarðsarbeiði.

Vit hava gjørt smáar og stórar urtagarðar, fríøki og spælipláss. Lagt brotflisar, betong, trappur, tún, laða garðar, gjørt urtagarðshyljar og mangt annað.

Um veturin bjóða vit kavarudding og salting.

Í dag starvast meiri enn 15 fólk hjá Hjálpirót.
Fólkið er samansett av útlærdum nýgerðarurtagarðsmonnum (bæði gráir og grønir), handverkarum, arbeiðsmonnum, skrivstovufólki og lærlingi.

Vit geva fegin eitt óbindandi tilboð.

Økt virksemi    Vit byggja út.

Støðugt økt virksemi ger, at vit hava bygt afturat, úti á Velbastaðvegnum.

Arbeiði fer í gongd.

Betong-elementir vera sett upp til nýggja bygningin.

Stoypiarbeiðið er liðugt.

Stoypingin er nú liðug og timburarbeiði kann fara í gongd.

Ein nýggjur flottur bygningur.

Loksins kunnu vit flyta inn í nýggju og rúmligu hølini hjá okkum.