Loading...
Um okkum 2016-12-30T11:20:52+00:00

Sp/f Hjálpirót

 Fyritøkan var stovnað í høvuðsstaðnum í 1987

Samanumtikið ber til at siga, at arbeiðið fevnir um ráðgeving, nýgerð og røkt. Vit veita tænastur innan alt urtagarðsvirksemi bæði til privatfólk, fyritøkur og almennar stovnar. Vit gera so at siga alt uttandura arbeiði, eisini viðlíkahaldsarbeiði sum at lúka, sláa gras, klippa hekk og skera trø. Nógv av arbeiðnum gongur fyri seg á tekniborðinum og við at rokna tilboð út. Kundin fær eitt uppskot um, hvussu økið kemur at síggja út. Aftaná kunnu vit geva tilboð upp á arbeiðið. Tað ofta er ein avbjóðing at gera arbeiðið í landslagnum, so tað heldur til føroyska veðurlagið. Men við umleið 30 ára royndum vita vit hvørjar plantur og hvørjir runnar trívast her. Hjálpirót selur eisini góða mold. Fyritøkan hevur sorteringsmaskinu til at sortera moldina, sum verður blandað við sandi.

Ein onnur tænasta, sum fyritøkan bjóðar um veturin, er salting og kavarudding fyri privatfólk og stovnar. Hjálpirót hevur bæði kavaplógv og saltspreiðara. Nógvar fyritøkur og stovnar í høvuðsstaðnum hava havt góða nyttu av hesi tænastu

Tænastuveitingar.

Fjølbroyt virksemi.

Tænastan er sera umfatandi. Vit leggja betong og brotflísar, laða grótgarðar, planta blómur, trø og runnar, og gera hyljar og gosvøtn. Vit hava øll seramboð sum t.d. gravimaskinur, lastbilar og onnur amboð fyri at kunna veita best møguliga tænastu. Vit hava væl útbúgvin starvsfólk, og vit útbúgva eisini lærlingar innan hetta handverk. Tað er stuttligt bæði hjá okkum og kundanum, tá eitt grundstykki verður broytt til ein vakran urtagarð við túni, grótlaðing, grasvølli, trøum, runnum, plantum og kanska eisini hyli og útilampum. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. Vit geva fegnir eitt óbindandi tilboð.

Økt virksemi    Vit byggja út.

Støðugt økt virksemi gerð, at vit hava bygt afturat, úti á Velbastaðvegnum.

Arbeiði fer í gongd.

Betong-elementir vera sett upp til nýggja bygningin.

Stoypiarbeiðið er liðugt.

Stoypingin er nú liðug og timburarbeiði kann fara í gongd.

Ein nýggjur flottur bygningur.

Loksins kunnu vit flyta inn í nýggju og rúmligu hølini hjá okkum.